2024-02-21 09:20
Løgreglan ger javnan nøkur ferðsluátøk, har man millum annað stendur á einum ávísum staði og støðgar bilum.
Eftir døgurða í gjár var ein patrulja í Miðvági, har eini tjúgu bilførar fingu eitt prát við løgregluna.
Í átta førum gav løgreglan bót. Hetta upplýsr vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tað mest álvarasama var, at ein av bilførarunum var ávirkaður av rúsevnum. Hetta verður viðkomandi skuldsettir fyri.
Annars vóru tað nøkur, ið koyrdi uttan trygdarbelti, og onnur vantaðu koyrikort ella høvdu trupulleikar við lyktum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald