Tað hevur ikki verið nakað óvanliga ófriðarligt samdøgur hjá løgregluni, men nøkur fólk eru støðgaði/tikin og skuldsett í høvuðsstaðarøkinum.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Fyrrapartin í gjár var tað ein 14-gamal drongur, sum koyrdi á einum prutli í Hoyvík. Viðkomandi er ov ungur til tess.
Umframt hetta var prutlið tjúnað (stillað so tað kann koyra skjótari, enn loyvt er), og tvey onnur vóru á tí. Hetta er ólógligt, og løgreglan hevur eisini vent sær til viðkomandi, ið átti akfarið.
Um middagsleitið varð ein maður, ið skapti nakað av órógv á gøtuni, handtikin.
Í gjárkvøldið støðgaði løgreglan einum bilførara í Havn. Tað sá út sum, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Hann skuldi eisini blása, og nú verður bíðað eftir blóðroynd.
Vaktleiðarin upplýsir, at í bilinum var ymiskt tilfar til rúsevni. Millum annað ein "bong", ið verður nýtt at roykja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald