Í nátt hevur løgreglan gjørt málrættað átøk móti rúsdrekka- og rúsevniskoyring í norðurøkinum og í høvuðsstaðarøkinum, og í hesum sambandi vórðu nógvir bilar steðgaðir. Tó var alt í lagi hjá teimum flestu, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í høvuðsstaðarøkinum varð ferðslan kannað millum klokkan 1 og 4.30, men har varð eingin tikin fyri at koyra ávirkaður. Tó varð ein tikin fyri at koyra ov skjótt á einum bygnaðarbroyttum prutli. Hann koyrdi 60 kilometrar um tíman.
Í norðurøkinum kannaði løgreglan ferðsluna millum klokkan 1.30 og 5.15, og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tá bilurin varð kannaður, varð eisini ein lítil nøgd av hassji funnin, og hald varð lagt á tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald