Innanlands

Ein koyrdi ávirkaður og tveir koyrdu ov skjótt

Løgreglan hevur kannað ferðsluna í Eysturoynni í nátt

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-04-03 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig, men tá løgreglan kannaði ferðsluna í Eysturoynni, vórðu fleiri mál skrivað, verður upplýst av politistøðini í morgun.

Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, og í Søldarfirði vórðu tveir aðrir tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tann eini bilførarin fekk eitt klipp í koyrikortið, og hin fær eina treytaða frádøming, ið merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder