Innanlands

Ein koyrdi ov skjótt, og ein koyrdi ávirkaður

Ein bilførari í Streymoynni fekk klipp í koyrikortið í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-08 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari skuldsettur fyri at koyra ov skjótt.

Viðkomandi, sum varð tikin á Streymoynni í nátt, koyrdi 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80, og tað fær hann eitt klipp fyri.

Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Suðuroynni eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder