Innanlands

Ein listi í Vestmanna

Níggju valevni – fimm kvinnur og fýra menn bjóða seg fram til kommunuvalið í Vestmanna

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2020-10-21 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti týsdagin klokkan 18 var ein listi komin inn í Vestmanna, boðar Vestmanna kommuna frá.

Á listanum eru níggju valevni – fimm kvinnur og fýra menn.

Listi A Vestmanna-listin

  • Pauli Trond Petersen, borgarstjóri
  • Ingi Olsen, virkisleiðari
  • Eyðun Hansen, bygdarráðslimur
  • John Zachariassen, kt-fólk
  • Anja Haldansen, námsfrøðingur
  • Bjørg á Rógvu, vinnurekandi
  • Laila Haldansen, lærari
  • Sára Jógvansdóttir, miðlafólk
  • Elsi Christiansen, fótarøktari
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder