Pfizer/BioNTech, sum hevur framleitt koppingarevnið fyri covid-19 hevur skapt øsing millum fleiri ES lond, harímillum Danmark, tí fyritøkan hevur boðað frá, at hon ikki fær veitt ta nøgdina av koppingarevni, sum partarnir hava avtalað.
Sambært Berlingske, sum endurgevur Jyllands-Posten, vísir tað seg nú, at hetta møguliga kann tryggja fyritøkuni fleiri mia. afturat.
Eftir umbøn frá Pfizer/BioNTech hevur ES nevniliga góðkent eina broyting í vørulýsingini á koppingarevninum, har tað nú framgongur, at hvørt glas inniheldur seks skamtar í staðin fyri fimm.
Tað er hendan broytingin, sum nú er orsøkin til, at fyritøkan fer at veita minni koppingarevni – talið á skamtum er tað sama, men nú eru færri gløs.
Sama dag sum broytingin varð kunngjørd, gjørdi fyritøkan eisini avtalu við ES um 300 mió. fleiri skamtar.
Men av tí at ES nú hevur góðkent eina broyting í vørulýsingini, kann Pfizer/BioNTech senda færri gløs við koppingarevni. Hendan broytingin hevur leysgivið 20 prosent fleiri skamtar, og kann hon eisini enda við at geva fyritøkuni eina eyka milliardupphædd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald