
Tað er ymiskt hvat fólk svara, tá tey verða spurd um tey ætla sær at ferðast í summar.
Í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Breddan í dag, svara 29 prosent at tey ætla sær at ferðast í summar meðan meira enn ein triðingur, 35 prosent ikki ætlar sær nakran veg.
Nógv ivast. Heili 37 prosent svara seg ikki vita enn.
Eisini spurdi Spyr.fo um føroyingar halda, at útlendskt ferðafólk skulu sleppa til Føroya, og eisini her er torført at gera eina niðurstøðu.
39 prosent svara ja, 37 prosent halda ikki at ferðafólk skulu koma hendan vegin, meðan 24 prosent siga seg ikki vita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald