Um einstakir tinglimir gera seg ómøguligar og ikki atkvøða saman við restini av samgonguni, so er ongin samgonga.
- Eg ætli mær so ikki at standa á odda fyri eini samgongu, sum ikki hevur allar 17 tinglimirnar aftan fyri seg.
So greiður var Bárður á Steig Nielsen, komandi løgmaður, tá hann í morgun legði fram samgonguskjalið fyri nýggju BAH-samgonguna.
Serliga í spurninginum um tey etisku málini, gjørdi samgonguleiðarin greitt, at øll 17 tingfólkini skulu vera samd og trýsta á sama knøtt, tá atkvøðast skal. Um ikki, so er ongin samgonga – tað hava tinglimirnir fingið at vita, segði Bárður á Steig Nielsen.
Onnur 14. september-samgongan
14. september gjørdist dagurin, sum á øðrum sinni varð brúktur til at skriva undir samgonguskjal, hesaferð eru tó ongar tilsipingar til stórbroytingar á ríkisrættarliga økinum í 14. september skjalinum.
”Eitt samfelag í serflokki” er heitið – yvirskriftin – á skjalinum, sum teir tríggir floksformenninir, Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, skrivaðu undir í stóra fundarhølinum í Løgtinginum í morgum.
Í skjalinum er ein røð av ætlanum, sum flokkarnir eru samdir um. Fiskivinnan verður rullað eitt sindur aftur, skilt á tann hátt, at uppboðssøla og menningarkvotur verða avskaffaðar í teirra núverandi líki.
Stórar ætlanir eru menning kring alt landið, um grønari Føroyar, um endurnýggjan av skipaflotanum og um skattalættar í nýgg samgonguskjalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald