Yvir ein millión amerikanarar, kring alt landið, hava nú fingið fyrsta av tveimum koppingarskamtum móti covid-19.
Tað upplýsti amerikanski stovnurin fyri sjúkufyribyrging, CDC, í gjár.
- Við tað at talið av smittaðum framhaldandi er vaksandi, kemur hetta í tøkum tíma, og fer at hjálpa teimum, sum ganga á odda í stríðnum, segði stjórin fyri CDC, Robert Redfield, sambært amerikanskum miðlum.
- Hetta er galdandi fyri okkara heilsustarvsfólk, sum taka sær av covid-19-sjúklingunum, eins væl okkara mest sárbæru borgarar, sum eru tey eldru fólkini, ið búgva á røktarheimum og í vardum íbúðum, legði hann afturat.
Robert Redfield sigur, at hóast talið er komið upp á ein millión koppsett, so eru avbjóðingarnar framvegis stórar.
- Í løtuni er avmarkað mongd av vaksinum í USA. Men veitingin fer at økjast hesar komandi vikurnar og mánaðirnar. Málið er, at øll kunnu verða koppsett móti covid-19, so skjótt sum vaksinan er tøk, segði hann.
Amerikanska ráðið fyri heilivág, FDA, hevur góðkent koppsetingar frá Pfizer og BioNTech og frá Moderna í fyrstu atløgu. Vaksinurnar verða latnar statunum í mun til fólkatalið, og ikki í mun til tal av fólkum í vandabólkunum.
Síðan er tað upp til statirnar at raðfesta koppsetingarnar.
Tilmælið hjá CDC, sum var dagført týsdagin, sigur, at tá heilsustarvsfólk og tey eldru á røktarheimum eru koppsett, eigur at verða farið eftir borgarum yvir 75 ár og týðandi starvsfólk í stríðnum móti covid-19, sum ikki eru partur av heilsuverkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald