Ein ódn rakti í morgun amerikanska statin Texas og hevur elvt til umfatandi streymslit í statinum.
Sambært amerikonskum miðlum eru fleiri enn ein millión brúkarar ávirkaðir av streymslitunum.
Texas verður vanliga ikki rakt av ódnum so tíðliga á sumri. Hetta er fyrstu ferð í nærum 40 ár, at ein summaródn rakar Texas so tíðliga, skrivar Ritzau.
Tá ódnin, sum verður nevnd Beryl, rakti í morgun, varð hon í flokki eitt. Í USA verða ódnir deildar upp í fimm ymiskar flokkar. Flokkur eitt, sum er lægsti flokkur, umfatar ódnir, sum hava eina vindstyrki á millum 33 og 42 m/s.
Áðrenn Beryl rakti Texas, flutti ódnin seg frá Meksiko upp yvir Meksikoflógvan. Áðrenn tað hevði ódnin verið framvið karibisku oyggjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald