Uttanlands

Ein miseydnað roynd at stilla beinararnar

Brekið hjá Facebook í gjár rakti 3,5 milliardir brúkarar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-05 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið fóru Facebook og Instagram og boðtænasturnar Messenger og WhatsApp spakuliga at virka aftur eftir ikki at hava virkað í fleiri tímar.

Ein miseydnað roynd at stilla beinararnar hjá Facebook var orsøk til at tænasturnar ikki virkaðu í yvir seks tímar.

Tað upplýsir Facebook, sum eisini eigur Instagram og boðtænasturnar, frá í morgum.

- Okkara tøkningar hava funnið fram til, at broytingarnar av beinarunum, sum samskipa ferðsluna á netinum, var orsøkin til trupulleikarnar, ið støðgaðu samskiftinum, skrivar Facebook í eini dagføring.

Fyrr um dagin bar felagið viðskiftafólkum sínum eina umbering, og tað hendi hjá kappingarneytanum.

- Til stóra felagsskapin av fólkum og feløgum kring heimin, ið eru bundin av okkum: Orsaka, skrivaði Facebook á Twitter.

Stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, kom eisini við eini umbering á Twitter.

Tá tænastan um midnáttarleitið fór at virka aftur, boðaðu Facebook og Instagram frá, at tað fór at ganga nakrar tímar áðrenn alt virkaði sum vanligt aftur.

Brekið rakti 3,5 milliardir brúkarar av tænastunum hjá Facebook kring heimin, skrivar Reuters.

Breki merktist eisini í amerikansku keypsskálunum, har partaprævið hjá Facebook fall við 4,9 prosentum.

Teknikararnir hjá Facebook høvdu eisini stórar trupulleikar. Tey kundu ikki fáa samband við ambætararnar, og tí mátti eitt lið av teknikarum sendast til dátumiðstøðina í Santa Clara í Kalifornia fyri at fremja eina “manuella nullstilling”, skrivar New York Times.

Onnur starvsfólk í felagnum upplivdu eisini, at tey ikki kundu brúka ritbúnaðin, sum tey vanliga brúka í arbeiðinum. Enntá vóru eisini starvsfólk, sum ikki sluppu til arbeiðis, tá lyklakortini hjá Facebook eisini vóru rakt av brekinum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder