
Løgreglan hevði aftur nøkur ferðslumál í gjár. Ymiskar kanningar vórðu gjørdar kring landið, og talan hevur millum annað verið um tiknar nummarplátur og ov nógva ferð.
Serliga tungt var tað hjá tveimum bilførarum, ið koyrdu ov skjótt. Tann eini koyrdi yvir 80 km/t í bygdum øki, og hetta hevði við sær eina treytaða frádøming, og at viðkomandi harvið noyðist at taka koyrikortið umaftur.
Ein annar, ið koyrdi áleið líka skjótt, koyrdi nakað omanfyri hámarksferðina (80 km/t) Av tí at viðkomandi fyri stuttum hevur fingið koyrikort, er talan um skerpandi umstøður: Hesin bilførarin noyddist at lata koyrikortið frá sær, og sleppur hann fyribils ikki at koyra.
Eisini hevur løgreglan klipt nakrar nummarplátur, orsakað av at eigararnir av bilunum ikki hava verið til sýn ella goldið vegskatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald