Mentan

Ein møguleiki fyri at hittast - og dansa

Dansarar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi vera saman í Norðurlandahúsinum 23.-28. mars, tá teir hittast í nýstovnaða North Atlantic Islands Dance Network. Framsýning verður 27. mars

Endamálið við hesum netverki er at styrkja sambondini millum yrkisdansarar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Hetta eru lond, har tað kann vera torført at fáa fatur á útbúnum yrkisdansarum, at finna hóskandi pallar og áskoðarar til dansin, og har samfelagskervið viðhvørt kann vera ein avbjóðing

Endamálið við hesum netverki er at styrkja sambondini millum yrkisdansarar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Hetta eru lond, har tað kann vera torført at fáa fatur á útbúnum yrkisdansarum, at finna hóskandi pallar og áskoðarar til dansin, og har samfelagskervið viðhvørt kann vera ein avbjóðing

2024-03-20 13:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat kunnu dansarar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi læra hvønn annan? Hvussu kunnu dansarar stuðla hvørjum øðrum og geva hvørjum øðrum íblástur? Hvat skal til fyri at styrkja og menna dansiumhvørvið í Norðurlondum?

Hetta og nógv annað fara dansarar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi at tosa um 23.-28. mars í Norðurlandahúsinum, tá teir hittast í nýstovnaða North Atlantic Islands Dance Network.

[object Object]

Endamálið við hesum netverki er at styrkja sambondini millum yrkisdansarar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Hetta eru lond, har tað kann vera torført at fáa fatur á útbúnum yrkisdansarum, at finna hóskandi pallar og áskoðarar til dansin, og har samfelagskervið viðhvørt kann vera ein avbjóðing.

Í netverksvikuni fara 10 yrkisdansarar - listafólk - at hava eina improviseraða dansisýning í Norðurlandahúsinum. Eingin veit, hvat tey fara at dansa. Tað gera dansararnir heldur ikki. Dansisýningin, A Chance to Dance, verður til tann hálva tíman, hon verður framførd í.

Dansararnir úr Føroyum eru Búi Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting. Grønlendsku dansararnir eru Sarah Aviaja Hammeken og Alexander Montgomery. Íslendsku dansararnir eru Eydís Rose Vilmundardóttir Eaton, Linde Hanna Rongen, Thea Atladóttir, Sóley Ólafsdóttir og Yelena Arakelow

A Chance to Dance verður framførd mikudagin 27. mars, klokkan 16.30. Sýningin er almenn og ókeypis.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder