Innanlands

Ein nýføðingur og annars eldri fólk innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum

Brúk er ikki fyri andingartóli á koronudeildini í løtuni, har fimm fólk eru innløgd

(Savnsmynd: Landssjúkrahúsið)

(Savnsmynd: Landssjúkrahúsið)

2021-10-26 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm fólk eru í løtuni innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum. Ein deild sum skuldi niðurleggjast tí tað ikki var brúk fyri henni, men tað verður so ikki fyribils.

Talan er um ein nýføðing sum er innlagdur við koronu, og hinir sjúklingarnir eru eldri fólk upp til 90 ár, visti Dagur og vika í kvøld. Eingin teirra hevur tørv á andingartóli.

Men trupulleikin hjá Sjúkrahúsverkinum í løtuni er, at ellivu starvsfólk eru testað positiv. Sjey í Havn og fýra í Klaksvík. Hetta er nakað sum skal steðgast, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri, við Dag og viku. Hann sigur, at tey í vikuni fara undir at koppseta heilsustarvsfólk við triðja prikinum.

Í løtuni eru 437 fólk positiv við koronu í Føroyum. Hetta er tað mesta síðani covid-19 byrjaði. Tá tað var upp á tað mesta áðrenn var um miðjan august í 2020 tá 147 aktivir tilburðir vóru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder