
Seks dagar eru síðani at tríggir tilburðir vórðu staðfestir. Síðani hava allar koronukanningarnar í Føroyum víst seg at verið negativar, men í ein av teimum 887 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, var positiv.
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Á corona.fo verður ikki upplýst, viðkomandi er komin úr útlondunum, ella um talan er um innlendis smittu.
Tilsamans eru nú gjørdar 257.843 kanningar. 669 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru seks persónar skrásettir av vera smittaðir í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald