
486 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár. Í teimum varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Hetta er fyrsti staðfesti tilburðurin í Føroyum síðani 25. januar.
Tilsamans hava nú 655 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar corona.fo. Í alt eru 223.328 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald