
Ein nýggjur koronutilburður varð staðfestur í 576 kanningum gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi hevur verið uttanlands, og varð staðfestur smittaður við kanning eftir komu til Føroya.
Tilsamans hava 657 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni, skrivar corona.fo
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Tilsamans eru 225.163 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald