Innanlands

Nú eru tveir persónar deyðir

Talið á smittaðum persónum er farið niður á 38, eftir at ein tilburður varð staðfestur í gjár og 17 vórðu staðfest frísk – Sambært hagtølunum er í løtuni ein persónur innlagdur við koronu, meðan tveir persónar eru deyðir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-31 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein persónur staðfestur smittaður við koronu. Tað vísa nýggjastu tølini á corona.fo. Smittukeldan er kend, verður upplýst.

Samstundis verður boðað frá, at talið á smittaðum er farið niður á 38. Sostatt eru 17 persónar staðfestir frískir síðan í gjár.

Eisini talið á innløgdum er lækkað. Í gjár varð boðað frá, at tveir persónar vóru innlagdir við koronu, men nú stendur bert ein persónur at verða innlagdur. Samstundis vísa hagtølini, at tveir persónar nú eru deyðir við koronu í Føroyum. Persónurin, sum nú er deyður, var innlagdur við koronu á Landssjúkrahúsinum.

110 persónar eru í sóttarhaldi í løtuni – 28 færri enn í gjár.

Tilsamans 983 persónar hava nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 943 eru staðfestir frískir aftur. Tilsamans 369.142 kanningar eru gjørdar í Føroyum. 1862 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.

Dagførd kl. 12.30


placeholder
placeholder