Innanlands

Ein nýggjur tilburður – 11 afturat staðfest frísk

Í løtuni eru fimm persónar smittaðir við koronu í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-19 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Viðkomandi er partur av kendari smittuketu, verður upplýst.

Síðan í gjár eru 11 persónar eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt minkar talið á smittaðum í løtuni niður í fimm.

Tilsamans 761 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 755 eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. 47 eru í sóttarhaldi.

1073 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 297.359 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder