Innanlands

Ein nýggjur tilburður í gjár

Viðkomandi hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á fjórða degi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-15 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein persónur staðfestur smittaður við koronu. Talan er um persón, sum hevur verið uttanlands, og sum varð staðfestur smittaður við kanning á fjórða degi.

Sostatt fer talið á smittaðum aftur upp á seks, og samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum upp á 670, skrivar corona.fo.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 663 staðfestir frískir aftur. Ein er deyður við koronu í Føroyum.

Í gjár vórðu 484 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.493 kanningar í Føroyum.

Í løtuni eru 68 persónar í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder