placeholder
Innanlands

Ein nýggjur tilburður í gjár

Talan er um tilburð frá kendari smittukeldu

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-14 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var ein nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Talan er um ein tilburð, sum er frá kendari smittukeldu.

Hetta merkir, at 29 persónar eru staðfestir smittaðir í løtuni.

Nú hava tilsamans 757 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 727 teirra eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

662 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 293.309 kanningar gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder