2021-11-23 15:47

Í gjár, 22. november, vórðu 40 nýggir koronutilburðir staðfestir og talið av smittaðum í løtuni er 376. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
2.348 kanningar vórðu gjørdar, og harvið var positivprosentið fyri dagin í gjár 1,70. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
Tølini vísa eisini, at nú eru 13 deyð við koronu í Føroyum - í tølunum sum vórðu kunngjørd í gjár stóð 12, og harvið er ein persónur afturat við koronu deyður. Sjey eru innløgd í løtuni við smittuni, upplýsir corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald