2021-06-03 13:10
Nú er staðfest, at 13 persónar vóru inni í Sandoyartunlinum, tá eldur kom í ein lastbil, ið var staddur ein km inni í tunlinum, Streymoyarmegin.
Fyri løtu síðani skrivaði løgreglan í fráboðan, at ein persónur er bjargaður úr tunlinum og koyrdur á sjúkrahúsið, og at hini 12 framvegis eru inni í tunlinum og uppihalda seg fordeild í fleiri trygdarbingjum.
Átaksleiðslan á staðnum, hevur samband við trygdarbingjurnar umvegis eina radioskipan, skrivar løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald