2022-08-19 18:01
Seinnapartin var ein skottilburður í Emporia handilsmiðstøðini í svenska býnum Malmø. Svenska løgreglan skrivar, at ein persónur er handtikin í sambandi við tilburðin.
Myndugleikanir í økinum Skåne upplýsa, at tveir persónar eru komnir skaða, og teirra millum ein kvinna, sum er komin álvarsliga til skaða, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Enn er óvist um fleiri fólk eru komin til skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald