Uttanlands

Ein persónur lá eftirá í dronu-álopi

Russland hevur bumbað havnina í Izmajil nærhendis rumenska markið í nátt

Ukrainski býurin Izmajil liggur við Donau ánna, sum er mark til Rumenia (Mynd: Wikipedia)

Ukrainski býurin Izmajil liggur við Donau ánna, sum er mark til Rumenia (Mynd: Wikipedia)

2023-09-06 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur lat lív í nátt í einum russiskum dronuálopi á havnina í Izmajil nærhendis Odesa í útsynningspartinum av Ukraina.

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sambært Reuters tíðindastovuni. Hann greiddi eisini frá, at umfatandi oyðileggingar eru gjørdar í havnini.

Izmajil liggur við Donau ánna heilt vestur móti markinum til Rumenia.

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, segði á tíðindafundi í gjár, at tey óttast fyri russisku álopunum, sum nú nærkast markinum til teirra.

- Vit hava havt álop, sum hendu 800 metrar frá okkara marki, so vit eru ógvuliga nær við, segði forsetin, sambært Ritzau.

Rumenia er limur í Nato-samgonguni, og er tað av limalondunum, sum liggur nærmast við krígshendingarnar í Ukraina.

Kríggið var eisini sera tætt við Nato landið Poland í sambandi við vesturukrainska stórbýin Lviv.

Síðan Russland tók seg burtur úr kornavtaluni við Ukraina í juli, hevur russiski herurin hert síni álop móti Odesa og Kykolajiv landslutunum har suðuri í Ukraina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder