2020-12-21 11:37

Í gjár varð ein persónur staðfestur positivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði býr í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Tilsamans hava nú 547 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum, av teimum eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 29 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 70 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 969 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 184.931 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald