
Í gjár varð ein persónur afturat staðfestur positivur fyri covid-19, og eru nú 17 positiv í Føroyum í løtuni. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi, sum varð staðfestur positivur í gjár, er komin til Føroya úr útlondum. Smittan varð staðfest við kanningini, tá ið viðkomandi kom til landið. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 532 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 174.579 kanningar gjørdar í Føroyum.
520 persónar hava nú fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og av teimum eru 503 persónar staðfestir frískir aftur.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 92 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald