Uttanlands

Ein ræðuligur dagur í New South Wales

Í gjár varð ein bygd løgd í sor, og fleiri hundrað heim vórðu oyðiløgd í avstralska statinum

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-12-22 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagurin í gjár gjørdist ein ræðuligur dagur hjá fólkinum í avstralska statinum New South Wales.

Tað var har, at lítla bygdin Balmoral varð løgd í sor.

- Hetta er skelkandi. Vit hava fingið fleiri ræðuligar fráboðanir um, at ikki nógv er eftir av Balmoral, sigur Gladys Berejiklian, forsætisráðharri í New South Wales, sambært DR.

Túsundatals sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa tamarhald á fleiri enn 200 eldum í Avstralia, og í gjár versnaði støðan orsakað av nógva vindinum og hitabylgjuni, sum rakti landið í vikuni.

Tvey fólk lótu lív í gjár í statinum South Australia, meðan eldurin versnaði munandi í New South Wales. Hetta var orsøkin til, at bygdin Balmoral, sum liggur uml. 100 kilometrar frá Sydney, varð oyðiløgd.

Sambært avstralska sløkkiliðnum, vórðu tilsamans fleiri hundrað heim oyðiløgd í New South Wales seinasta samdøgrið.

Í morgun fall hitin, og gevur hetta sløkkiliðnum betri møguleika at fáa tamarhald á støðuni. Men fyri at sløkkja størstu eldarnar, er tørvur á eini munandi nøgd av avfalli, og sostatt er ikki líkt til, at tamarhald fæst á teimum fyrr enn einaferð í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder