
Seinasta samdøgrið eru tvey ferðsluóhapp fráboðað.
Fyrrapartin í gjár, stutt fyri klokkan 11, var eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri, har ein bilur rendi á ein annan bil, sum stóð parkeraður.
Bilarnir fingu eitt sindur av skaða, og førarin varð koyrdur á sjúkrahúsið, men hann hevur ikki fingið álvarsligan skaða.
Stutt fyri klokkan tvey í nátt var eisini eitt ferðsluóhapp í Sørvági, har eitt prutl fór út av vegnum.
Førarin fór á sjúkrahúsið, men heldur ikki hann fekk nakran álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið rættiliga friðarlig.
Nógv fólk hava verið í býnum, men tey hava skikkað sær væl, sigur hann.
Tó var ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar beint aftaná midnátt. Hann vísti løgregluni longutong, og tað fær hann eina bót fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald