Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nú út enn eina røð av nýggjum bókum á føroyskum til børn og ung.
Teirra millum er upprunaføroyska bókin ”112 Fuglafjørður” Elina á Rógvi og myndum eftir Marjuna Reginsdóttur, og fjórða myndprýdda bókin um Harry Potter.
112 Fuglafjørður
Í nýggju upprunaføroysku bókini eftir Elina á Rógvi hitta vit aftur persónarnar úr bókini ”Og mamma!”, sum kom út í 2014. Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt bókina við litføgrum og lívligum myndum.
Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesaferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum. Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar – ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum – uttan at bjóða Morgunfríða við.
Bókin er pakkað við spenningi, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin. Bókin er innbundin, 46 síður og til tey umleið 5-7 ára gomlu.
Urbanus ungi
Ein stuttlig smábarnabók við støkkmyndum, sum koma út úr bókini, tá tú blaðar. Søgan er um lítla Urbanus unga, sum dámar at eta – tað er tí, hann hevur so STÓRAR føtur, so STÓRT nev og so TJÚKKAN búk.
Nick Denchfield hevur skrivað, og Ant Parker myndprýddi. Bókin er ein pappbók, 14 síður og til tey umleið 0-1 ára gomlu.
Petra fer til frisør
Ein myndabók um fyrstu ferðina hjá frisøri. Petra sær ikki væl, tí okkurt hongur fyri. Tað er hárið hjá Petru, sum er blivið so øgiliga sítt. Mamman fær tíð hjá frisørinum, og tað heldur Petra vera spennandi.
Anna-Karin Garhamn skrivaði og myndprýddi. Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 28 síður og til tey umleið 2-4 ára gomlu.
Svans á listasavninum
Hetta er triðja bókin eftir Gunvor Reynberg um tey í 3. A. Ein skemtilig bókarøð við nógvum myndum um løgnar og stuttligar hendingar í gerandisdegnum hjá Foxy, Mikkjali og hinum í flokkinum.
Tá ið listasavnið í Svipstrup skrivar út eina listakapping, verða tey í 3. A øgiliga spent. Foxy og Mikkjal varnast, at onkur snýtir, og tí leggja tey eina snilda ætlan um at bróta inn á savnið. Tað kann sjálvandi bara ganga galið – og tað ger tað í ólukkumáta.
Niels Roland myndprýddi, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr donskum. Bókin er heft, 144 síður og til tey umleið 8-10 ára gomlu.
Harry Potter og eldbikarið
Nú er fjórða myndprýdda bókin í um heimsins kendasta gandakall endiliga komin. Í teimum myndprýddu Harry Potter-bókunum gandar listamaðurin Jim Kay alla ta undurfullu gandaverðina fram við sínum vøkru og fangandi myndum. Vit síggja allar okkara yndishendingar og yndispersónar í bókini.
Fjórða árið hjá Harry og vinfólkunum verður nakað heilt serligt. Tríggir gandaskúlar skulu nevnliga stríðast fyri at vinna steypið í tí vandamiklu og avbjóðandi trígandakappingini. Eldbikarið velur Harry at umboða Hogwarts.
J. K. Rowling skrivaði, og Malan Háberg týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 454 síður og til stór børn og ung.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald