
Longu í gjár kunnaði Strandferðslan um, at allir ætlaðu túrar hjá farmaskipinum Hasfjord um Skopunarfjørð í dag vóru avlýstir vegna veður.
Orsakað av veðrinum silgdi Teistin ikki sínar ætlaðu seinastu túrar í gjárkvøldið og heldur ikki sínar fyrstu í morgun. Fyrsti túrur verður nú klokkan níggju úr Skopun.
Silgt verður ikki millum Sandoynna og Skúvoy fyribils, og so er ein hópur av avlýsing á bussleiðunum. Talan er um so at siga um allar leiðirnar hjá Strandferðsluni.
Sí fult yvirlit á ssl.fo
Í Suðuroy koyra bussarnir aftur - tó verður ikki koyrt millum Fámjin og Øravík fyribils.
Byrjað verður aftur á millum annað leið 400 seinni, upplýsir Strandferðslan á heimasíðu sínari.
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald