Innanlands

Ein rúgva av bótum í Eysturoynni

Seks bilførarar koyrdu yvir 70 kilometrar um tíman í bygdum øki, og aðrir fingu eisini bót í gjár. Ein bilur koyrdi út av í Sandoynni í morgun

2021-08-25 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðamátingar vórðu gjørdar í Eysturoynni í gjár, týsdagin 24. august, og har tók løgreglan nógvar bilførarar.

Seks koyrdu ímillum 70 og 77 kilometrar um tíman í bygdum øki, og hetta gevur eina bót. Teir ið koyrdu yvir 70 kilometrar um tíman fáa eisini klipp í koyrikortið. Ein bilførari fekk eisini bót og klipp fyri at koyra nakað yvir 100 kilometrar um tíman. 

Upplýst verður eisini, at tríggir aðrir bilførarar í Eysturoynni fingu bót av øðrum orsøkum. 

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Sandoynni í morgun, tá ein bilur koyrdi út av. Talan var um eitt soloóhapp - bilførarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder