Innanlands

Ein rúgva av fakfeløgum í samhugaverkfall

Nógv fakfeløg eru í samhugaverkfalli í dag. Tað gera tey eftir at løgtingið í gjár valdi at leggja uppí verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-03 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani løgtingið í gjár samtykti at leggja uppí verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum við at tryggja sjúkrahúsverkinum neyðugu manningina so lív og heilsa ikki kemur í vanda, hava fleiri fakfeløg boðað frá samhugaverkfalli.

Størsta fakfelagið Starvsfelagið boðaði í gjárkvøldið frá, at tey flestu av teirra limum fóru í verkfall á midnátt og eitt samdøgur fram. Pedagogfelagið hevur koyrt sínar limir á ymsum dagtilboðum heim í dag, og allir limir í Lærarafelagnum eru í samhugaverkfalli. Tað merkir, at eingin skúlagongd er í fólkaskúlanum.

Síðan hava onnur feløg eisini boða frá samhugaverkfalli frá hósdegnum á midnátt til fríggjadag á midnátt.

Heilsurøktarafelagið
Limir sum arbeiða á Landssjúkrahusinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og á Almannaverkinum

Havnar Arbeiðskvinnufelag
Limir, sum arbeiða undir sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Ljósmøðrafelagið

Fysioterapeutfelag Føroya
Samhugaverkfallið fevnir um fysioterapeutar, ið starvast í Almannaverkinum og á Sjúkrahúsverkinum. Samhugaverkfallið er ikki galdandi fyri limir á kommunalaøkinum.

Bioanalytikarafelagið

Ergoterapeutfelagið
Allir limir sum arbeiða í Sjúkrahúsverkinum, Fountain House, Sjóndepilinum og deildunum Venjing og Hjálpartól og stuðulstænastuni Sosialpsykiatri undir Almannaverkinum

RÍF - Radiografar í Føroyum

Føroya Handverkarafelag
Teir limir sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið

Yrkisfelagið Miðnám - lærara á studentaskúlum

Maskinmeistarafelagið
Samhugaverkfallið fevnir allar limir felagsins, sum eru starvsettir í almennari tænastu á landi

Er nakað felag sum manglar á hesum listanum? Send okkum eini boð á [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder