2023-10-25 07:49
Tað eru nógv sum missa nummarspjøldur í hesum døgum. Løgreglan hevur fingið ein lista frá Akstovuni yvir bileigarar, sum eru í eftirstøðu fyri falnan vegskatt ella trygging.
Gjáranáttina vóru nummarspjøldur av 24 akførum tiknar í Eysturoynni og í nátt 12 afturat.
Eisini í høvuðsstaðarøkinum var løgreglan úti við saksinum. 17 akfør mistu nummarspjøldrini gjáranáttina og 26 í nátt.
Nógv bendir á, at hesi ikki verða tey einastu, sum missa pláturnar. Akstovan læt 19. oktober løgregluni 641 mál um plátumiss. Hetta er tí tey ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald