Mentan

Ein seym frá 1,1 millión

Gekkurin hækkar støðugt

2018-07-27 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað vísir seg at vera ringt at koma á hasar leyparnar, segði Petrina Berg, vertur, eftir at Gekkurin heldur ikki fór nakran veg í kvøld.

Og tað hevur hon púra rætt í. Gekkurin er nú komin upp á 3,4 millión aftur, og gekkafepurin heldur fram.

Solveig Dalsgaard í Havn kom í gjøgnum við fullari plátu. Hon valdi at deila upphæddina í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.

Fyrstu ferð stóð hon eftir við 100.000 krónum, men valdi at fara víðari. Í øðrum snari var hon ógvuliga óheppin og var ein seym frá gula leypinum. 75.000 stóð hon við, men valdi at royna triðju og seinastu ferð.

Triðju ferð manglaði lítið í, men heldur ikki tá bragdaði, og Solvieg sat eftir við 10.000 skattafríum krónum - minsta vinningi.

Næsta fríggjakvøld verður spælt um 3,4 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder