2021-01-08 20:37
Ein seym frá reypa leypinum og 300.000 krónum. Tað er beiski veruleikin hjá Borghild Johannesen úr Klaksvík, sum í kvøld kom í gjøgnum í Gekkinum við fullari plátu.
Borghild Johannesen deildi Gekkin í tríggjar leypar, sum gav 300.000 krónur í hvønn av teimum. Í báðum teimum fyrstu snarinum lendi Borghild á 10.000, sum gav henni ávikavist 30.000 og 20.000 krónur.
Hon valdi tó at fara víðari, og í triðja snari var tætt við, at Borghild gjørdist 300.000 ríkari, tí tá avtornaði var hon bara ein seym frá reyða leypinum. Hon takkaði fyri. 12.500 krónur til Klaksvíkar.
Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin ein millión krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald