Vinstri-flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, fekk eitt óvanliga gott val til ES-tingið í gjár.
Úrslitið gjørdist, at Venstre fær fýra umboð í ES-tinginum. Fjórða umboðið er tó tengt av, at Brexit verður veruleiki. Enn er Bretland ikki farið úr ES, men tá bretar fara úr, hækkar danska umboðanin í tinginum úr 13 til 14, og 14. tinglimin fær Venstre.
Frammanundan hevur danski stjórnarflokkurin bert havt eitt umboð í ES-tinginum. Venstra vann tvey umboð á seinasta vali, men síðan er annarvaldi, Jens Rohde, farin úr flokkinum og upp í Radikale Venstre.
Lars Løkke Rasmussen var fegin, tá úrslitið var greitt, og Venstre gjørdist størsti flokkur, tí hetta kann bera boð um eitt gott fólkatingsval um níggju dagar.
- Um fáar dagar standa vit aftur her til enn eitt valkvøld. Latið okkum avtala, at lagið verður líka so gott sum tá, segði forsætisráðharrin í sigursrøðu síni á Christiansborg í nátt.
ES-valið í Danmark sló øll met í gjár viðvíkjandi veljaraluttøku. Heili 66 prosent av donsku veljarunum vóru á vali. Higartil hevur besta valluttøka til ES-valí Danmark verið 59,5 prosent.
Høgraflokkurin Dansk Folkeparti fekk ein lúsing frá veljarunum í gjár – úr fýra niður í ein tinglim. Tað vísir, at tað er Venstre, sum hevur fingið nógvar av atkvøðunum hjá Dansk Folkeparti, sigur ein valgranskari fyri dr.dk.
Hetta er í andsøgn við valúrslitið í Evropa annars, har ES-skeptisku høgraflokkarnir vunnu fram.
Danski Javnaðarflokkurin varðveitti síni trý umboð í ES-tinginum. Fleiri veljarakanningar undan valinum høvdu annars spátt, at sosialdemokratarnir skuldu fáa fýra umboð.
Bæði SF og tey Radikalu fingu fram úr einum til tvey umboð í ES-tinginum. Eindarlistin fær nú eisini umboðan við einum tinglimi – hinvegin missir fólkarørslan móti ES sítt umboð. Fólkarørslan hevur annars verið umboðað í ES-tinginum líka síðan Danmarks gjørdist limur í evropeiska felagsmarknaðinum, sum tað æt tá.
Konservativi flokkurin, sum hevur staðið seg illa í veljarakannignunum, varðveitti sítt eina umboð, meðan Liberal Allianse og Alternativet fáa ikki umboðan.
Tilsamans eru 751 sessir í ES-tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald