Innanlands

Ein smittaður funnin í gjár

Smittaður í kendari smittuketu, sum landslæknin kennir til

(Savnsmynd: Bjarni Á. Rubeksen / KvF)

(Savnsmynd: Bjarni Á. Rubeksen / KvF)

2020-09-17 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggjur tilburður av korona varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Nú eru tilsamans 112.530 koronakanningar gjørdar í Føroyum.

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum og er partur av einari smittuketu, sum landslæknin kennir til. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið á netinum.

Tilsamans hava 429 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur í samband við koronasmittuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder