![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1.503 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 144.882 kanningar gjørdar.
483 persónar hava nú fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, av teimum eru 472 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 11 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 69 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald