Ein spurningur heilt uttan fyri dagsordan

Danska TV2 ynskti at fáa at vita hvørjar møguleikar danska forsætisráðkvinnan hevur at fáa toppjobb í Brússell

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-14 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað sigur helst eitt sindur um, hvussu óendaliga lítið danski almenningurin leggur í føroysk politisk viðurskifti, at danska TV2 sendir eitt filmslið til Føroya at fylgja ES-nevndarforkvinnuni á vitjanini her. Og tá miðilin so fær høvi til at seta henni ein spurning, so snýr hann seg um møguleikan hjá sitandi danska statsministaranum at fáa eitt toppjobb í ES.

Serliga hugstoytt var tað fyri teir føroysku miðlarnar, sum ikki fingu høvi at seta von der Leyen ein spurning, at skula leggja oyru til slíkan óvikomandi spurning.

Ikki tí – TV2 og danskir miðlar yvirhøvur kunnu spyrja hvat teimum lystir. Og tað ganga søgur í Danmark um, at Mette Frederiksen kanska er "upp á spæl" til eitt týðandi embæti í ES-umsitingini.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kendi spurningarnar frammanundan

Men eitt sindur uttan fyri situatiónsfornemmilsi er tað kortini, at seta ein slíkan spurning, tá TV2 má vera vitandi um, at tey vóru útvald at vera millum teir tríggjar miðlarnar, sum sluppu at seta spurningar á hesum tíðindafundinum.

Og eisini fjákut av ES at loyva TV2 at seta hendan spurningin í Føroyum. Tí veruleikin er tann, at teir tríggir útvaldu miðlarnir, Kringvarpið, Miðlahúsið og TV2, skuldu senda spurningarnar inn skrivliga í góðari tíð undan tíðindafundinum.

Stóð tað til okkum, so átti TV2 at vera biðið um at seta ein spurning, ið var viðkomandi fyri evnið, ið tíðindafundurin snúði seg um.

Men Ursula von der Leyen loftaði vandaliga spurninginum. Fekk høvi at rósa Mette Frederiksen fyri síni politisku avrik og dugnaskap, men um hennara møguleikar at fáa eitt týðandi starv í Brússell, vildi hon ikki svara uppá.

Samstarva um annað enn fiskivinnu

Hegnisliga fleyg hon eisini yvir um hinar, teir meira relevantu spurningarnar frá føroyskum fjølmiðlum.

John Johannesen frá Kringvarpinum nýtti høvið til at greiða ES-nevndarforkvinnuni frá, at tað var ES-boykottið, sum noyddi føroysku uppsjóvarvinnuna til at finna sær nýggjar marknaðir, og harvið blakaðu seg í armarnar á Vladimir Putin.

Við hesum fyri eyga vildi hann hava at vita, hví ES nú var so sinnað at nærkast Føroyum og endurnýggja samstarvið. Var tað fyri at gerast partur av Arktis? vildi hann hava at vita

Tað var her, at von der Leyen nýtti høvi til at siga, at fólkaræðir skulu standa saman, og at familjulimir hjálpa hvørjum øðrum. Og tað er í hesum ljósi, at tað núverandi góða samstarvið eigur at endurnýggjast og breiðkast.

Les eisini: Byrjanin til ein nýggjan kapittul í samstarvinum

Men samstarvið snýr seg ikki einans um fiskivinnu og marknaðaratgongd. Tað er á so nógvum økjum, at partarnir kunnu hava gagn av víðkaðum samstarvi, ikki minst innan allar tær skráir, ið snúgva seg um samstarv millum fólk – people-to-people.

- Vit hava felags virðir og tey eiga at gagnnýtast, helt Ursula von der Leyen.

Boykottið og spurningin um Arktis nart hon ikki við.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum vildi hava at vita hvørjir møguleikarnir vóru fyri betri atgongd á ES-marknaðin fyri viðgjørdar fiskavørur.

Hetta evni hevði Ursula von der Leyen longu viðgjørt í síni upprunaligu fráboðan á tíðindafundinu, og tað var her hon undirstrikaði at ES á politiskum støði er sinnað at víðkan um møguleikan at geva føroyngum betri marknaðaratgongd, men at hetta skal teingjast saman við einum kravi ella ynski um burðardygga umsitingarætlan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder