Innanlands

Ein støðulýsing av gongdini í Norðurlondum

Frágreiðingin “State of the Nordic Region 2020” vísur m.a., at barnsburðartalið er fallandi í Norðurlondum, og er tað einans í Føroyum, at talið á føddum børnum er hægri enn talið á deyðum

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir (Mynd: Heilsumálaráðið)

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir (Mynd: Heilsumálaráðið)

2020-02-05 20:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at samstarvsráðharrarnir hittust á fundi í gjár, varð frágreiðingin “State of the Nordic Region 2020” løgd fram í Keypmannahavn. Frágreiðingin er gjørd av norðurlendska granskingardeplinum Nordregio.

Visjónin hjá Norðurlandaráðharraráðnum er, at Norðurlond skulu verða burðardyggasta og mest samansjóðaða økið í heiminum innan 2030. Frágreiðingin gevur eitt umfatandi yvirlit yvir sosiobúskaparligum viðurskiftum í Norðurlondum, og hyggur nærri eftir gongdini, við fokus á tí regionala og kommunala støðinum.

Frágreiðingin vísir, at talið av barnsburðum er fallandi í Norðurlondum. Tað er einans í Føroyum at árliga talið á føddum børnum er hægri enn árliga talið á deyðum, og Føroyar hava eisini tey hægstu burðartølini í Norðurlondum, 2,5 barn pr. kvinnu. Burðatølini í Norðurlondum eru tó samlað sæð hægri enn í ES. Frágreiðingin sigur tó eisini, at átøkini við longdum barnsburðarfarloyvi og góðum barnaansingartilboðum ikki hava stórvegis árin á burðatølini.

Føroyar liggja nr. 16 av 66 regiónum í Norðurlondum, tá talan er um sokallaða Regional Potential Index, sum gevur eina meting av, í hvønn mun økini eru í menning ella hava avbjóðingar. Hetta er 7 pláss hægri enn í frágreiðingini í 2018, og hetta skyldast í størsta mun tí dynamisku arbeiðsmegini. Føroyar hava hægsta arbeiðsfjøld, og lægsta abeiðsloysi í Norðurlondum, eisini tá talan eru um ung fólk.

– Innan norðurlandasamstarvið verður arbeitt av øllum alvi fyri at útinna nýggju visiónina um, at Norðurlond skulu verða heimsins mest burðardygga og best samansjóðaða øki í 2030. Hetta var høvuðsevnið á samstarvsráðharrafundinum, og frágreiðingin um støðuna í Norðurlondum fer at verða eitt amboð, sum vit fara at venda aftur til, og meta okkum upp ímóti, í tí víðari arbeiðinum tey næstu árini. Tað er sera jaligt at síggja, at góða gongdin í føroyska samfelagnum eisini er við til at varpa ljós á okkara land á tí norðurlendska pallinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.

– Heilsumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder