Innanlands

Ein tikin fyri at koyra ávirkaður

Løgreglan hevði eitt málrættað ferðsluátak í miðstaðarøkinum í nátt – Nógv fólk hava verið í býnum, men sum heild hevur verið friðarligt

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-27 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevði løgreglan eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring í miðstaðarøkinum, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður.

Annars hevur talan verið um tað, sum vakthavandi á politistøðini kallar eitt typiskt leygarkvøld. Nógv fólk hava verið í býnum, men tey hava skikkað sær væl.

Har hava verið onkrar smávegis ósemjur, sum løgreglan mátti leggja seg uppí, og eisini varð løgreglan boðsend í sambandi við húsaófrið í miðstaðarøkinum, men annars hevur verið heilt friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder