2021-12-18 09:57

Vakthavandi á løgreglustøðini hevði ikki nógv at fortelja í morgun, tí talan hevur verið um eitt ógvuliga friðarligt kvøld og eina róliga nátt hjá teimum.
Ógvuliga fá fólk vóru úti, og tað hongur sjálvandi saman við, at skeinkistøðini lata aftur klokkan ellivu í tráð við tilmælini hjá lands- og heilsumyndugleikunum.
Eitt mál var í nátt. Ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður í Eysturoynni.
Í slíkum førum verður blóðroynd tikin, og um hon vísur tað sama, sum sæð og mett verður um á staðnum, so fellur ein revsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald