Uttanlands

Ein tikin fyri at koyra við kenning í gjárkvøldið

Trý lítil ferðsluóhapp hava verið orsaka av hálku

2020-01-31 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður av einari patrulju í Suðurstreymoy. Hann blásti, og tað vísti seg, at promillan var ov høg. Bilførari játtaði seg sekan í rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tó tikin fyri at vátta hesum, sum mannagongd er í slíkum førum.

Trý lítil óhapp hava verið í ferðsluni síðani í gjárkvøldið. Her hevur verið talan um bilar, ið eru farnir á glið í hálkuni. Ein var til dømis farin av vegnum og endaður í einari veit. Í ongum av førunum hevur talan verið um tveir ella fleiri bilar, ið eru íblandaðir, og eingin mansskaði hevur verið. Matriellu skaðarnar hava verið heilt litlir verður upplýst á løgreglustøðini.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder