Um 20-tíðina í gjárkvøldið varð ein bilførari steðgaður í Havn, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður. Hetta vísti seg eisini, tá hann blásti. Vakthavandi upplýir, at nú verður bíðað, til blóðroynd skal koma aftur. Sambært honum er úrslitið ikki altíð heilt tað sama, sum tá blást verður.
Um promillan liggur millum 0.2 og 0.5 er talan um treytaða frádøming. Um hon er yvir 0.5, er tað treytaleyst.
Vakthavandi sigur, at í gjár var ein persónur fleiri ferðir øðrum til ampa í høvuðsstaðnum. Tá slíkt hendir, kemur ein patrulja á staðið og roynir at fáa greiðu á støðuni. Fráboðan var eisini aðrastaðni frá, um persón ið órógvaði onnur við sínum atburði. Í hesum førinum var talan um persón, ið var ávirkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald