2021-02-16 11:15

Ein nýggjur tilburður av covid-19 var staðfestur í gjár, upplýsir landslæknin.
Fyribils kanningar av nýggja tilburðinum vísa, at talan er um bretsku útgávuna av covid-19, sum nevnist B.1.1.7. Heimasíðan corona.fo upplýsir einki um, hvørt tann smittaði júst er komin til landið, ella um viðkomandi hevur verið her í eina tíð.
545 kanningar eru gjørdar seinasta sadøgrið, og samlaða talið av kanningum, er nú komið upp á 227.771.
Hesaferð gekk næstan ein vika uttan at nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í Føroyum. Nú er talið av smittaðum komið upp aftur á trý.
Talið av fólkum í sóttarhaldi er nú 21 - tað eru trý fleiri enn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald