2021-01-08 12:16

Tað er ikki tí, at koronatølini fara beint upp eftir, at landsstýrið hevur hert tilmælini.
Í gjár var bara ein nýggjur tilburður við covid-19 varð staðfestur, vísa tølini frá landslæknanum.
Tilburðurin er partur av kendari smittuketu sum landslæknin fylgir.
760 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 178 fólk eru í sóttarhaldi, og ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við korona.
Tilsamans 60 persónar eru í løtuni staðfest positiv við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald