2021-02-07 17:42

Eftir tveir dagar á rað uttan nakran nýggjan tilburð, varð ein koronatilburður staðfestur millum tær 283 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár.
Tað vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum.
Viðkomandi hevur verið uttanlands, og varð staðfestur smittaður eftir kanning á sætta degi.
Talið av staðfestum positivum í løtuni fer sostatt úr tveimum og upp í tríggjar.
Ein persónur er framvegis innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald