
Ein nýggjur tilburður av covid-19 varð staðfestur í gjár, vísa tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum í farnu viku.
714 kanningar vóru gjørdar í gjár.
Tvey vóru staðfest frísk í gjár, og talið á smittaðum er nú komið niður á fimm. 18 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald